Fýra dystir vóru í ensku Premier League í gjárkvøldið, har tey trý oddaliðini, sum vóru á vøllinum, øll vunnu sínar dystir.
Á Old Trafford gjørdi Wayne Rooney skjótt av í dystinum móti Aston Villa. Bara 49 sekund vóru farin, tá Wayne Rooney legði heimaliðið á odda. Stutt fyri hálvleik økti sami Rooney eftir innlegg frá Nani. Darren Bent minkaði um munin í seinna hálvleiki, men Nemajna Vidic slerdi sigurin fastan fyri Manchester United við frálíkum máli.
Arsenal var aftanfyri tað mesta av dystinum móti Everton, men síðstu tjúgu minuttirnar vendu Arsène Wenger og hansara menn dystinum. Louis Saha legði Everton á odda um miðjan fyrra hálvleik, men tjúgu minuttir fyri tíð javnaði Andrey Arshavin og løtu seinni avgjørdi Laurent Koscielny við stútara.
Síðstu ferð, Chelsea og Sunderland møttust, vann Sunderland samførandi á Stamford Bridge. Chelsea hevði ikki bretska met-keyptið, Fernando Torres við, men tað megnaði allíkavæl at skora fýra ferðir á útivølli móti Sunderland. Chelsea vann dystin 4-2 eftir at hava verið aftanfyri 1-0. Málini hjá Chelsea skoraðu Frank Lampard, Salomon Kalou, John Terry og Nicolas Anelka, ið var heilt framúr í álopinum hjá teimum bláu.
Manchester United liggur fimm stig fremst, nú øll liðini hava spælt 24 dystir. Arsenal er næstfremst, meðan Machester City hevur níggju og Chelsea tíggju stig upp til oddasessin.