Tey trý skandinavisku liðini, Brann Bergen, Helsingborg og Rosenborg fingu ikki somikið sum eitt stig til roknsskapin í 1/16 finalunum í UEFA-kappingini. Brann blivu knústir 6-1 á Goodison Park í Liverpool, so talan gjørdist um ein samlaðan 8-1 sigur til Everton. Ayiegbeni skoraði 3 mál, og Andy Johnson skoraði 2 mál fyri Toffees. Helsingborg tapti 1-2 heima ímóti PSV Eindhoven, og samanlagt 1-4. Rosenborg kláraði seg frægast, 1-2 gjørdist úrslitið niðri í Firenze, so Fiorentina vann samanlagt 3-1. Bolton gjørdi eitt bragd, tá teir megnaðu at fáa 0-0 ímóti Atletico Madrid á útivølli. Hetta gav teimum ein samlaðan 1-0 sigur. Tottenham fekk bara javnleik 1-1 heima ímóti Slavia Prag, men teir høvdu ein 2-1 sigur á útivølli at dúva uppá. Tað stóð á gomlum nøglum hjá Glasgow Rangers. Dysturin á Ibrox endaði 0-0, og Panathinaikos førdi 1-0 í Athen til 8 minuttir vóru eftir at leika, men tá bjargaði Nacho Novo Glasgow Rangers. Dysturin endaði 1-1, og Rangers fóru víðari uppá mál á útivølli. Aberdeen megnaði 2-2 heima ímóti Bayern München. Men heima á Allianz Arena vann Bayern ein knúsandi 5-1 sigur frammanfyri 66.000 áskoðarum. Michael Laudrup og Getafe eru eisini í 1/8 finaluni. Á heimavølli vunnu teir ein greiðan 3-0 sigur á AEK Athen, og vunnu teir samanlagt 4-1.