Ensku HM-leikararnir fingið nummur

Enski landsliðsvenjarin, Fabio Capello, hevur nú givið sínum leikarum í HM-hópinum ryggnummar. Og tað, sum enskir fjølmiðlar serliga festa seg við er, at David James hevur fingið troyggju nummar 1.

 

Eftir góða avrikið móti Mexico var annars væntað, at Robert Green fór at fáa hetta nummarið. Eisini bíta ensku miðlarnir merki í, at Peter Crouch hevur fingið troyggju nummar 9 heldur enn Emile Heskey, og at Joe Cole fekk 11-talið á ryggin. Væntað var annars áðrenn Gareth Barry fór at vera millum fremstu 11 nummørini áðrenn hann bleiv skaddur.

 

Miðlarnir vísa á, at tað er eingin trygd fyri, at 11 tey fremstu nummørini eisini er byrjunaruppstillingin gjøgnum kappingina, men mett verður, at tað rímiliga sannlíkt er uppstillingin til fyrsta dystin, sum verður móti USA.

 

Leikarar:

1: David James

2: Glen Johnson

3: Ashley Cole

4: Steven Gerrard

5: Rio Ferdinand

6: John Terry

7: Aaron Lennon

8: Franck Lampard

9: Peter Crouch

10: Wayne Rooney

11: Joe Cole

12: Robert Green

13: Stephen Warnock

14: Gareth Barry

15: Matthew Upson

16: James Milner

17: Shaun Wright-Phillips

18: Jamie Carragher

19: Jermain Defoe

20: Ledley King

21: Emile Heskey

22: Michael Carrick

23: Joe Hart