Annar jóladagur - nevndur Boxing Day í Onglandi - er ein stórur fótbóltsdagur í Onglandi. Og tað hevur hann verið síðani tí Harrans ári 1888. Also ein siðvenja sum er 135 ára gomul.
Tað eru allir fótbóltsørir onglendingar fult við uppá. Men ensku fjeppararnir eru hart ímóti, at Premier League dystir vera leiktir jólaaftan.
Premier League hevur tíðarfest dystin millum Wolves og Chelsea á Molineux leikvøllinum í Wolverhampton.
Talan er um fyrstu ferð í 28 ár, at ein dystur í Premier League skal leikast jólaaftan.
Almenna fjepparafelagið hjá Wolves, Wolves 1877 Trust mótmælir tíðarfestingini jólaaftan harðliga, og hava fjeppararnir hjá Wolves, sambært The Guardian fingið almennu fjepparafeløgini hjá øllum hinum 19 Premier League liðunum í sín part í samband við tíðarfestingina av dystinum millum Wolves og Chelsea.
Sameint mótmæla tey 20 almennu fjepparafeløgini og heita á Premier League um at flyta dystin til ein annan dag.
Wolves-fjeppararnir siga, sambært The Guardian, at tað er ein illa umhugsað avgerð at leggja ein dyst Premier League til jólaaftan.
Almenna fjepparafelagið hjá Chelsea setir eisini Premier League viðkomandi spurningin: "Ongin dystur í Premier League hevur verið leiktur jólaaftan síðani 1995. Hví er tað so neyðugt at gera tað nú?".
Premier League fjeppararnir stóðu eisini væl saman, tá tað ráddi um at kvala øru Super League ætlanini, og tað gingu bert fáir dagar til, at teirra trýst fingu eigararnar hjá Chelsea, Liverpool, Manchester City, Manchester United, Tottenham og Arsenal at hoykna og trekkja seg úr Super League. So tað skuldi verið góður møguleiki fyri, at dysturin millum Wolves og Chelsea verður fluttur til ein annan dag.











