Ensku feløgini dumpaðu

Bæði ensku liðini taptu í kvøld sínar dystir í Champions League kappingini

Champions League kappingin fór í kvøld av álvara av bakkastokki aftur.

Fleiri spennandi dystir hava verið, og fleiri óvæntaði úrslit komu longu í fyrsta umfarinum.

 

Ongland dumpaði

Mest óvæntaðu úrslitini, stóðu ensku feløgini Manchester United og Manchester City fyri. Tey vóru bæði mett sum favorittar undan sínum dystum, men taptu bæði heldur óvæntað. Manchester United tapti á útivølli móti hollendsku meistarunum úr PSV Eindhoven, meðan Manchester City tapti á heimavølli móti italsku meistarunum, Juventus.

Tá hugsað verður um hvussu nógvar pengar tey ensku feløgini hava brúkt í summar, í mun til feløgini frá øðrum londum, má tað metast sum eitt stórt vónbrot fyri bæði Manchester United og Manchester City.

 

Dýrur ósigur hjá United

Hjá Manchester United var ósigurin í kvøld serliga dýrur. Luke Shaw, sum av álvara hevur fingið sítt gjøgnumbrot í hesum kappingarárinum, noyddist í fyrra hálvleiki av vøllinum við børu, og alt bendir á at hann kemur at sita uttanfyri í langa tíð. Tað líktist greitt einum beinbroti hjá unga og evnaríka vinstra bakkinum hjá Manchester United.

 

Enn eitt Ronaldo hattrick

Av hinum úrslitunum, vóru tey flestu sum væntað. Real Madrid greiddi sína skyldu greitt á heimavølli móti Shaktar Donetsk, har Cristiano Ronaldo skoraði enn eitt hattrick í dystinum í dag. Hann hevur nú skotið átta mál í tveimum teimum seinastu dystunum fyri Real Madrid.

Tað hjálpti væl hjá Real Madrid, at Shaktar Donetsk tíðliga í seinna hálvleiki fekk reytt kort. Støðan var tá 1-0 til Real Madrid.

 

Fyrsta málið hjá Di Maria

Í Fraklandi vann Paris Saint Germain tryggan 2-0 sigur ímóti Malmø FF, sum er barndómsfelagið hjá Paris stjørnuni, Zlatan Ibrahimovic. Í tí dystinum skoraði fyrrverandi Manchester United leikarin, Angel Di Maria, sítt fyrsta mál fyri Paris Saint Germain. Zlatan Ibrahimovic sjálvur kom tó ikki á máltalvuna.

 

Úrslitini í kvøld:

 

Bólkur A:

Paris Saint Germain – Malmø 2-0

1-0         Angel Di Maria

2-0         Edinson Cavani

 

Real Madrid – Shaktar Donetsk

1-0         Karim Benzema

2-0         Cristiano Ronaldo

3-0         Cristiano Ronaldo

4-0         Cristiano Ronaldo

 

Bólkur B:

PSV Eindhoven – Manchester United

0-1         Memphis Depay

1-1         Hector Moreno

2-1         Luciano Narsingh

 

Wolfsburg – CSKA Moskva 1-0

1-0         Julian Draxler

 

Bólkur C:

Benfica – FC Astana 2-0

1-0         Nicolas Gaitan

2-0         Konstantinis Mitroglu

 

Galatasaray – Atletico Madrid 0-2

0-1         Antoine Griezmann

0-2         Antoine Griezmann

 

Bólkur D:

Manchester City – Juventus 1-2

1-0         Giorgio Chiellini (Sjálvmál)

1-1         Mario Mandzukic

1-2         Alvaro Morata

 

Sevilla – Monchengladbach 3-0

1-0         Kevin Gameiro

2-0         Ever Banega

3-0         Yevheniy Konoplyanka