Talið av liðum, sum skuldu luttaka í komandi European Super League fyri bestu feløgini í Evropa, er í dag lækkað niður í helvt.
Øll tey ensku feløgni – Arsenal, Chelsea, Liverpool, Manchester United, Manchester City og Tottenham – hava gjørt av at taka seg aftur.
Tað skriva øll feløgini uttan Chelsea á heimasíðum sínum. Tað kom tó fram í kvøld, at Chelsea var farið undir at trekkja seg úr ætlanini, um enn felagið ikki endaliga hevur váttað tað.
Arsenal skrivar í einum opnum brævið til viðhaldsfólkið:
– Vit gjørdu ein feil, og tað biða vit um umbering fyri.
– Sum úrslit av at vit lurtaðu eftir tykkum og tí breiða fótbóltssamfelagnum, hava vit trekt okkum úr ætlaðu Super League.
Eisini Tottenham váttar í opnum brævi, at felagið tekur seg úr, og biður um umbering, at viðhaldsfólk kundu kenna seg stigin á tærnar.
– Vit biða orsaka tann ótta og órógv, sum stóðst av uppskotinum um European Super League, skrivar felagið.
Manchester City var fyrsta bretska felagið, sum í kvøld boðaði frá, at tey vóru farin undir eina løgfrøðisliga tilgongd til at trekkja seg úr ætlanini um European Super League.
Seinni í kvøld hittust feløgini sambært BBC fyri at kjakast um atfinningarnar av kappingini. Tað er nú eftir tann fundin, at feløgini hava valt at trekkja seg úr ætlanini.
Uppskotið um útbrótarakappingina, sum samstundis skuldi vera endin á luttøkuni í Champions League, møtti sera lemjandi atfinningum frá viðhaldsfólki, sjónvarpsfeløgum, fótbóltsserfrøðingum og øðrum feløgum.
Evropiska Fótbóltssambandi Uefa hótti við at útilok feløgunum frá Champions league, eins og tað var upp á tal, at spælarar, sum vóru við í European Super League, ikki skuldu sleppa at luttka í kappingum hjá Uefa fyri landslið.
/ritzau/