Nú tað einans eru tveir dagar til, at bretski veljarin skal siga sína hugsan um bretska limaskapin til ES, hava fleiri av bløðunum í Onglandi sagt sína hugsan. Í Onglandi er tað nevniliga ikki óvanligt, at bløðini vísa sín politiska lit.
Millum tey bløðini, ið hava víst sín lit, er stóra bretska blaðið the Daily Telegraph. Tað mælir sínum lesarum at atkvøða fyri, at Bretland tekur seg úr ES. Tað er ikki so óvæntað, tí við einum lesaraskarða á 500.000 er The Telegraph eitt tað størsta høgrasinnaða blaðið í Bretlandi.
Umleið samstundis boðaði eitt tað størsta blaðið á vinstru síðu í bretskum politikki, the Guardian frá, at tey viðmæla sínum lesarum at atkvøða fyri framhaldandi limaskapi í ES.
Millum tey bløðini, ið stuðla bretskum ES-limaskapi eru the Mail on Sunday, the Financial Times, the Times, the Guardian og the Observer, meðan the Sunday Times, the Daily Telegraph, the Daily Mail og the Sunday Telegraph ynskja at sleppa úr ES.









