So skal tað verða púra víst. Miðvallarin á týska landsliðnum, Bastian Schweinsteiger skal verða á veg úr Bayern München til Premier League og Manchester United.
BBC Sport skrivar, at partarnir mangla at gera samráðingarnar lidnar, men teir staðfesta, at Manchester United er til reiðar at geva Bastian Schweinsteiger hægri løn, enn hann fær nú.
30 ára gamli Bastian Schweinsteiger hevur síðani 2002 spælt 536 dystir fyri Bayern München.
Bastian Schweinsteiger verður bert annað keypið hjá United higartil í summar. Framherjin Memphis Depay er komin úr niðurlendska felagnum, PSV Eindhoven.
Tó liggur tað í kortinum, at italski verjuspælarin, Matteo Darmian hjá Torino gerst partur av hópinum hjá United, um hann klárar læknakanningina, sum krevst.
Í næstum fer Manchester United til USA á venjingarlegu, og tá skal Matteo Darmian ætlandi verða við á túrinum.