Enskt og danskt

Páll Poulsen

Í seinastuni hava vit hoyrt nøkur áhugaverd sjónarmið viðvíkjandi donskum og enskum máli. Mín uppfatan hevur altíð verið, at føroyingar fyrst og fremst skulu læra føroyskt væl og virðiliga. Tann sum dugir sítt móðurmál til lítar, kann altíð nýta somu amboð í øðrum málum.
Tíanverri hava summi misskilt okkurt. T.d. skrivar Jákup Sverri Kass, at tað er ríkisrættarliga støðan, sum hevur ávirkan á tað, vit læra í skúlunum. Tað er ikki heilt rætt. Fyrstu ferð menn tóku seg saman at seta ein standard, var á jólafundinum í 1888. Orsøkin til at vit læra danskt er, at fittur partur av etymologiska tilfeinginum á føroyskum hevur parallellar við danskt mál (eins og onnur germansk mál). Hammershaimb visti, hvat hann gjørdi. Tískil ber illa til at skriva føroyskt uttan at hava grundarlagið við.
Neyðlúkan í stavseting, eittnú ð- endingunum, hevur mangan verið at vita, um orðið endar við -d, - t ella -dt á donskum.
At føroyskt hevur verið vart í fólkaskúlanum, kunnu vit takka nøkrum fáum lærarum fyri. Men ágangurin er stórur, tí vit fáa ongan standard, tá so lítið skil er í almennu fjølmiðlunum. Svf sendir "Gæt og grimasser" og ymiskt danskt fjas, t.d. Robinson, sum einki hevur við okkum at gera. Á enskum snýr tað seg um at læra undantøkini beinanvegin, so kemur restin av sær sjálvum.
Høvuðstrupulleikin í dag er, at skúlin ikki lærir børnini at analysera og konstruera setningar, soleiðis at eingin ivi er um, hvat hann merkir. Ágangurin av sjónvarpsdonskum er so mikið stórur, at vit skjótt ikki kenna munin millum føroyskt og danskt.
Grammatikkin er lógin sum ásetur, hvat ið kann sigast á hvønn hátt á móðurmálinum. Orsøkin til at so nógvir føroyingar ikki duga týskt, hóast grammatikkin er næstan identisk, eru tær kúgingarmekanismur, sum liggja í heimastýrisyvirstættini, "The comprador class". Fólk siga, tað kann gera tað sama, tí vit eru í Føroyum. Eg sigi, at hatta ger munin millum vit og óvit, tí vit eru í Føroyum.