Liverpool og Manchester United bresta saman beint eftir døgurða leygardagin. Og hóast kappingin enn er ung, so er hetta ein av dystunum, sum fótbóltsfjepparar kring allan heim bíða eftir í spenningi. Bæði liðini hava nýggjar spælarar í hópinum, og eitt nú kunnu bæði Dimitar Berbatov og Albert Riera fáa sín fyrst dyst fyri nýggju feløg síni. Og hartil er spurningurin so eisini, at Liverpool-venjarin, Rafael Benitez, sleppur at vinna á arvafíggindum sínum. Síðani hann tók við leiðsluni í Liverpool í juni í 2004, hevur nevnliga enn ikki vunnið á Manchester United í ensku liguni.