So er tað longu alment. Lítli enski prinsurin, sum varð føddur í fyrrakvøldið, skal eita George Alexander Louis av Cambridge. Tað merkir, at tá hann einaferð verður kongur, skal hann eita George kongur sjeyndi.
Oldurabbi lítla prinsin æt eisini Geroge. Tað var pápi verandi drotning Elizabeth, George kongur sætti.










