Seinasta vikuskiftið var 22. umfarið í ensku Premier League spælt. Tann størsti dysturin var sunnudagin, tá Manchester United og Tottenham spældu. Manchester United vann dystin 1-0.
Fyri at koyra salt í Tottenhamsárið mátti stjørnuáleyparin Harry Kane út við skaða. Tottenham hevur teir seinastu dagarnir kannað støðuna nærri og boða nú frá, at Harry Kane verður ikki aftur at síggja á fótbóltsvøllinum fyrr enn fyrst í mars.
Talan er um ein skaða í vinstra øklinum.