Enski landsliðsvenjarin settur

Gareth Southgate sleppur at halda fram sum venjari hjá enska landsliðnum. Hann er í dag settur í fast starv sum venjari, eftir at hann hevur staðið á odda fyri liðnum, síðani Sam Allardyce varð koyrdur frá í septembur.

 

- Eg eri sera errin av at hava fingið starvið sum landsliðsvenjari. Men eg eri fult greiður yvir, at eitt er at fáa starvið, eitt annað er at eydnast í starvinum, segði hann á tíðindafundinum í dag.

 

Sam Allardyce fekk einans 46 dagar í sessinum sum landsliðsvenjari, men varð uppsagdur, tá hann í einum møti við falskar handilsmenn greiddi frá, hvussu ein kundi snýta reglurnar hjá enska fótbóltssambandinum.

 

Gareth Southgate fekk fyrst starvið fyribils, men hevur nú skrivað undir fastan sáttmála.

 

Higartil hevur hilnast honum væl, tó at onkur kann hugsast at vísa á styrkini á liðunum, Ongland hevur spælt móti undir hansara leiðslu. Hvussu er og ikki, Ongland er ósigrað, meðan hann hevur staðið á odda fyri liðnum. Liðið hevur vunnið móti Malta og Skotlandi og spælt javnt móti Slovenia og Spania.

 

Nú hevur enska fótbóltssambandið so avgjørt, at 46 ára gamli fyrrverandi Middlesborough-leikarin er rætti maðurin at leiða landsliðið.

 

Sáttmálin er galdandi fyri hetta HM-undanspælið og komandi EM-undanspæl.

 

Sjálvur hevur Gareth Southgate spælt 57 landsdystir fyri Ongland. Í yrkisleið síni, sum var frá 1988 til 2006, spældi hann við Crystal Palace, Aston Villa og Middlesborough.

 

Í 2006 gjørdist hann venjari hjá Middlesborough, eftir at Steve McClaren segði upp. Hetta starvið hevði hann til 2009. 

 

Í 2013 gjørdist hann venjari hjá U21-liðnum hjá Onglandi og har hevur hann verið, til hann í septembur gjørdist tók yvir eftir Sam Allardyce.