Enski landsliðsvenjarin koyrdur

Skelkurin var stórur, tá ið Ongland í gjár tapti 2-3 fyri Kroatia heima á Wembley, og harvið mátti veittra farvæl til EM-endaspælið komandi kappingarár. Í gjár segði landsliðsvenjari Steve McLaren, at hann hevði ongar ætlanir um at fara úr starvinum, men hann hevði einki val fyrrapartin, tá ið enska fótbóltssambandið á kreppufundi valdi at koyra McLaren úr starvinum.

Fyrrverandi Middlesbrough-venjarin tók við sum enskur landsliðsvenjari eftir HM-endaspælið í Týsklandi í fjør, tá ið Sven Göran Eriksson fór úr starvinum. Steve McLaren er tískil tann venjarin, ið hevur sitið stytst sum enskur landsliðsvenjari.

 

Enska fótbóltssambandið leitar nú eftir nýggjum venjara, og sambært ensku fjølmiðlunum, kann portugisiski José Mourinho væl gerast nýggi landsliðsvenjarin.