Newcastle vendi einum hóttandi tapi til ein 2-1 heimasigur, tá teir møttu Celta Vigo. Sigursmálið kom í síðstu minuttunum. Við sigrinum hava teir fult stigatal. Tottenham vann eisini, tá teir leiktu á útivølli ímóti Leverkusen. Berbatov gjørdist dagsins maður, tá hann skoraði einasta málið í 1-0 sigrinum ímóti sínum gamla felag. Blackburn fekk eisini eitt gott úrslit á útivølli, tá teir leiktu 0-0 í Hollandi ímóti Feyenoord. Við úrslitunum í triðja umfari hava øll tey ensku liðini tryggja sær víðari luttøku í UEFA-kappingini.









