Ensk stóravís umrøður ovurturismu í Føroyum

Stóra enska blaðið The Telegraph viðgjørdi í gjár ovurturismu í Føroyum í blaðnum. Tíðindamaðurin Tim Ecott hevur varnast vaksandi ferðavinnuna í Føroyum. Hann hevur varnast, at høvuðsstaðurin, við 19.000 íbúgvum, er í ferð við at byggja tvey nýggj hotell við 125 kømurum hvør. Hann hevur sæð, at Atlantsflog er farið í samstarv við KLM og Air France og at talið á ferðafólkum er vaksið við 10 prosentum um árið seinastu fýra árini.

 

- Vøksturin í ferðafólkum merkir, at tær 18 oyggjarnar fáa 60.000 vitjandi um árið, umframt 40.000 cruise-ferðafólk. Tað er ikki massaturisma enn, men eitt tøkt hotellkamar um summarið kann, sum tey lokalu siga, vera sum lundi á jólanátt, skrivar Tim Ecott.

 

Tim Ecott hevur tosað við Johannes Jensen, sum eigur Hotel Føroyar, og Guðrið Højgaard, stjóra í Visit Faroe Islands. Bæði leggja tey dent á, at Føroyar ikki skulu enda sum Ísland.

- Eingin í ferðavinnuni ynskir vøkstur í sær sjálvum. Vit ynskja at varðveita okkara sermerktu mentan og verja okkara náttúru – og vit hava lagt til merkis, hvussu Reykjavík hevur mist eitt sindur av síni sál orsaka av ovurturismuni, sigur Johannes Jensen.

 

Guðrið Højgaard heldur ikki, at vit skulu samanbera støðuna í Føroyum við hana í Íslandi.

- Í Íslandi eru fleiri enn 2,5 milliónir ferðandi um árið. Tað er ikki okkara mál. Vit ynskja bara menning fyri at varðveita tað, sum vit longu hava, sigur hon.

 

Tim Ecott nevnir, at bøndur og onnur eru minni fegin um mongu ferðafólkini og vísir á, at nøkur støð má ein nú rinda fyri at sleppa til. Prísurin kann vera yvir 600 krónur fyri hvønn, skrivar hann.

 

Les meiri her.