Í gjárkvøldið hevði Ongland stóra møguleikan at vinna eina altjóða fótbóltskapping, men tað endaði við stórum vónbroti, tí Italia vann brotssparksskappingina um EM-heitið í mansfótbólti.
Finalan varð spæld á Wembley leikvøllinum í Onglandi, og tí hevði Ongland ein gyltan møguleika at vinna fyrstu kappingina síðani HM-heitið í 1966.
Tríggir av ensku spælararunum misnýttu síni brotsspørk, og so kundu italiumenn fara við steypinum.
Forsíðurnar á ensku bløðunum eru sorgblíðar í morgun. Tað eru ongar harðar atfinningar ímóti enska liðnum, heldur ein samkennandi kensla, vónbrot og rós.
»Pride of lions«, skrivar The Sun á forsíðuni, og Daily Mail tekur neyvt saman um við yvirskriftini: »It all ends in tears«. Daily Mirror heldur, at endin var »hjartaskerandi«.
– Ongland tapti aftur eina brotssparkskapping, men gloymið tað, dreingir. Longu næsta ár er HM, skrivar The Sun.
– Djarva enska liðið tapti brotssparkskapping, men hevur gjørt tjóðina stolta, skrivar Daily Mirror.
– Hetta pínir okkum, men vit eru so errin av tykkum, skrivar Daily Express.
BBC heldur, at enska landsliðið eigur vónríkt at fara leiðina víðari móti HM í Qatar næsta ár.