Ensku bløðini "Daily Mail", "Daily Star", "Daily Mirror" og "Daily Telegraph" eru ikki í iva; komandi summar tekur José Mourinho yvir venjarasessin hjá Manchester United. Bløðini skriva, at tey hava tað frá einari duldari keldu, at ein avtala er gjørd millum Manchester United og 53 ára gamla José Mourinho, sum skal taka við starvinum, sum høvuðsvenjari komandi summar.
Síðani José Mourinho var uppsagdur, sum høvuðsvenjari hjá Chelsea í desember hevur hann tvíhildið, at hann fór aftur at blíva venjari í Premier League.
Núverandi høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal er undir stórum trýsti orsaka av væntandi úrslitum. Louis van Gaal sigur í sínum lagi, at allar søgurnar um Manchester United og José Mourinho hava einki hald í veruleikanum.











