Stóru ensku miðlarnir hava ikki latið føroyska sigurin á Grikkalandi fara óansaðan aftur við borðinum.
Myndin er á ensku heimasíðuni hjá Sky Sports, sum ger rímiliga nógv burtur úr føroyska sigrinum. Greitt verður í stuttum frá gongdini í dystinum og serliga teimum mongu føroysku málmøguleikunum.
Eins og BBC Sports ger Sky Sports greitt, at málskjúttin, Jóan Símun Edmundsson, áður hevur hoyrt til ungdómsdeildina hjá Newcastle, men hvørgin miðilin nevnir tó, at Gunnar Nielsen eitt tíðarskeið hoyrdi til Manchester City.
Gjørt verður eisini nakað burtur úr, at Grikkaland vóru europameistarar fyri 10 árum síðani, og at hetta var fyrsti føroyski útivallar sigurin í 13 ár.
Nevnt verður eisini, at Føroyar á fyrsta sinni vinna á einari so vandari fótbóltstjóð sum Grikkalandi á útivølli.
Eisini aðrir enskir miðlar umrøða føroyska sigurin og nógv verður hugsað um, hvørt Claudio Ranieri, sum enn ongan dyst hevur vunnið við Grikkalandi, sleppur at halda fram sum venjari.