Enron-stjóri sýtti fyri at vitna

Kenneth Lay skuldi vitna í amerikansku Kongressini í gjár, men sýtti fyri at koma

Tað var sakførarin hjá Enron-stjóranum, sum kunnaði Kongressina um, at Kenneth Lay fór ikki at koma til avhoyringar. Sakførarin vísti á, at fleiri kongresslimir seinastu dagarnar hava sagt, at Kenneth Lay hevði havt ein sera týðandi og kanska eisini ólógligan lut í, at tann risastóra fyritøkan fór av knóranum.
Sakførarin, Earl Silbert, legði afturat, at tá kongresslimirnir longu hava tikið støðu í málinum, helt hann tað vera skeivt av stjóranum at lata seg avhoyra.
Umboðsmannatingið hevur biðið Kenneth Lay koma til avhoyringar har í dag, men tað er ivasamt, um hann fer.
Tað er komið fram seinastu dagarnar, at sambandið millum Enron-leiðsluna og stjórnina hjá Bush forseta hevur verið gott og kanska meiri enn gott. Kanningar hava avdúkað, at fleiri embætisfólk í umsitingini hjá Bush eru sett í starv eftir tilmæli frá Enron, og at umboð fyri Enron vóru seks ferðir á fundi við Dick Cheney, varaforseta, tá stjórnin skuldi leggja sín orkupolitikk til rættis.
Ríkisgrannskoðanin hevur nú kravt at fáa fundarfrágreiðingarnar frá teimum seks fundunum.