Nú er seinna ættarlið komið fram og væl hevur gingist. Enrique leikar vælljómandi popp, við suðurlendskum rútmum. Onkur kanska freistast at kalla hetta søtsúpan, men ikki tekst frá honum, at hann dugir. Bæði at syngja og at skriva løg. Løgini eru góð og tey sita skjótt í merginum.
Tað tykist ikki, sum er hann bangin fyri at ganga somu leiðir, sum pápin. T.d. lagið I have always loved you kundi eins væl verið eitt lag til eldra Iglesias. Men tað krevur mót at ganga somu leiðir. Men Enrique gevur eisini nakað. Ein nýggjari dámur er yvir hesum og tað er ikki bert orsakað av nútímans tøkni. Hann er egin harri, hóast sonur pápa sín.
Góður poppur við góðum og eggjandi rútmum og sponskum guitarum. Ein bleyt og vælljómandi fløga, har Enrique eisini syngur saman við Whitney Houston.









