Ennigarð skoraði aftur

Kaj Ennigarð hevur fingið góða byrjan í KÍ. Hóast hann er verjuspælari, hevur hann longu gjørt um seg sum málskjútti. Leygardagin spældi KÍ ímóti B71, og Kaj Ennigarð skoraði einasta málið dystinum eftir góðar 10 minuttir. Hann stútaði eitt horna frá fyrrverandi GÍ-liðfelaganum Gunnari Nielsen í málið. Hetta var annað málið í tveimum dystum hjá Kaj fyri KÍ.