Tað er gott lag umborð á Ennibergi, sum seinastu mánaðirnar hevur verið eystanfyri. Í dag boðaði skiparin Sonny Johannesen frá, at nú eru teir á veg heim. Um tað gongur, sum teir rokna við, so verður Enniberg á Havnini fríggjadagin 19. desember.
Veiðan henda túrin er 760 tons. Nógv tann størsti parturin er toska- og hýsuflak og nakað av hondskornum líraflaki. Eini 27 tons eru av svartkalva, 15 tons av toskafarsi og eini trý tons av kongafiski.
Enniberg fór av Havnini 18. oktober, og teir kastaðu fyrstu ferð í norskum sjógvi 21. oktober. Har var fiskiskapurin smáligur, og eftir seks daga roynd settu teir kós ímóti Svalbard. Har fingu teir fleiri heilt góðar dagar norðuri á 77 stigum og nógvum kulda. 11. november var kvotan við Svalbard uppi, og eftir at hava bunkrað í Kirkenes hava teir roynt í russiskum sjógvi. Teir endaðu eysturi á 47 stigum.
Manningin henda túrin telur 35 mans. Tann yngsti er 16 ára gamal, og tann elsti hevur hildið 72 ára føðingardag á hesum túrinum.