- Vit hava undirskrivað avtalu við trotabúgvið eftir Faroe Seafood um leigu av Jaspis og Ametyst, sigur Mortan Johannesen. Ísfiskatrolararnir, Jaspis og Ametyst, sum trotabúgvið eftir Faroe Seafood eigur 2/3 av, hava ongantíð ligið orsakað av, at samtakið endaði í Skiftirættinum.
Skipini hava siglt alla tíðina, undantikið hesar tríggjar vikurnar, nú heimaflotin varð raktur av verkbanni.
Í gjár loystu Jaspis og Ametyst aftur, men hesaferð var tað undir hattinum hjá P/F Enniberg, sum eisini eigur flakatrolaran, Enniberg.
Mortan Johannesen sigur, at felagið hevur leigað skipini, og hann dylur ikki fyri, at ætlanin eisini er at keypa tey.
- Tað er P/F Enniberg, sum leigar skipini, men vit hava eitt samstarv við P/F Hvannadal í Vági, sigur hann.
Hann sigur, at øll manningin er hin sama, nú skipini loystu aftur til nýggjan túr í gjár.
- Her verður eingin broyting, sigur Mortan Johannesen, sum væntar, at skipini fara at selja, har mest fæst fyri fiskin, men hann væntar eisini, at flestu lastirnar verða lagdar upp í Vági, um alt gongur sum ætlað.









