Enniberg klárur aftur í mars

Fleiri hava sæð, at stóri trolarin Enniberg hevur ligið við kei í eina tíð. Orsøkin er, at ymsar dagføringar verða gjørdar umborð. Kaj Johannesen, útgerðarmaður, sigur, at frystiútgerðing skal dagførast og í tí sambandi hava tey valt at gera aðrar dagføringar eisini.

 

- Eftirsum at frystiútgerðin skuldi dagførast, so valdu vit eisini at dagføra breitlaspølini, sum eru átta tilsamans. Tey eru tey somu, sum hava verið síðan skipið kom í 1990, so vit skifta tey eisini, nú tá Enniberg liggur alíkavæl.

 

Kaj Johannesen sigur, at norska felagið, sum skiftir frystiútgerðina, hevur sagt, at arbeiðið tekur nýggju vikur at fullføra.

 

- Tað verða nýggju vikur tann 4. mars, so tað verður í fyrsta lagið, at Enniberg verður klárur aftur, sigur Kaj Johannesen.

 

Enniberg er smíðaður í 1990 í Bergen í Norra.