Enniberg aftur av Flemmish Kap

Tíðliga seinnapartin í dag kom flakatrolarin Enniberg aftur av túri. Teir byrjaðu hendan túrin á svartkalvaveiði í Vesturgrønlandi og hava síðan fiskað tosk á Flemmish Kap. Árið í ár er hitt fyrsta í 11 ár, har vinnulig toskaveiða aftur hevur verið loyvd á Flemmish Kap.

Samlaða toskakvotan har yvir hevur verið 5.500 tons, harav søguligu rættindi føroyinga á hesum leiðum tryggjaðu okkum góð 1200 tons.

Enniberg var skipið, sum fekk høvi at fiska hesa kvotu í ár, men nú teir komu heimaftur í dag, er kvotan ikki uppfiskað.

Enniberg byrjaði hendan túrin fyri tveimum mánaðum síðan á svartkalvaveiði í Vesturgrønlandi, og síðan fóru teir á Flemmish Kap at royna.

Nú túrur er lokin, hevur Enniberg tilsamans 560 tons av skráskornum svartkalva og flaki úr góðum toski av Flemmish Kap.

Hin størri helmingurin av veiðini er svartkalvi.

Sonny Johannesen hevur verið skipari á túrinum.

- Vit hava havt góðan fiskiskap á Flemmish Kap tað mesta av tíðini. Soleiðis var, heilt til illveður kom á. Vit gjørdu eina stutta roynd eftir illveðrið, men raktu ikki við aftur og gjørdu av at sigla heim.

Sonny Johannesen sigur, at rættiliga nógvur toskur var á Flemmish Kap í vár, og várið er vanliga besta tíðin har yviri.

- Vit hava gjørt ein hampiliga góðan túr, sigur skiparin.

Við Ennibergi hendan túrin hava verið 30 mans.