Enn óvist nær valið verður

- Eg kann siga so mikið, at valið verður áðrenn jól. Nærri vil eg ikki koma tí í løtuni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nú dúgliga verður gitt um nær valdagurin verður.

Tað eru nøkur mál, ið skulu avgreiðast, áðrenn val verður útskrivað.
- Og nøkur teirra eru longu avgreidd, eitt nú sjúklingahotellið í Keypmanahavn, Smyril Line og eykajáttanarlógin. Sumt av hesum eru nakað, ið neyðugt er at avgreiða, fyri at halda samfelagshjólunum malandi. Til dømis ber ikki til, at strandfaraskipini liggja, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Av øðrum málum, ið somuleiðis skulu avgreiðast, áðrenn val verður útskrivað, nevnir løgmaður brúksskylduna og Húsalánsgrunnin. Hinvegin er meira ivasamt við tveimum øðrum stórum og umfatandi málum.
- Tað er nógv sum bendir á, at vit ikki fáa avgreitt kommunureformin í hesum valskeiðinum, og sama er við pensjónsreforminum. Hetta eru tvey má, ið eitt nýtt landsstýri – uttan mun til, hvør tað verður – má taka sær av sum eitt av tí fyrsta, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann væntar, at teir vita nærri um kommunureformin um nakrar dagar.

Eingin sjálvdráttur
Fólkatingsvalið hevur á mangan hátt vent eitt sindur upp og niður upp á støðuna, og so hvørt tað nærkast einum løgtingsvali, hava tinglimir í alsamt størri mun hug at ganga egnar leiðir.
- Vit síggja tað alt meira í tingarbeiðinum, at fólk hava hug at vera í sjálvdrátti. Eisini innan mín egna flokk. Men tað fari eg ikki at góðtaka, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann sigur, at fólk, sum bara draga sína egnu línu, seta seg sjálvi út á eitt síðuspor.
- Tey byrgja seg inni, og eingin vil hava nakað við tey at gera. At koyra eitt sololøb loysir ongar trupulleikar, tí eingin lyftir nakað einsamallur, sigur Kaj Leo Johannesen.
Løgmaður sigur, at hann ikki fer at góðtaka, at fólk einsæris leggja fram uppskot, sum í fyrsta lagi kosta landinum millióna upphæddir, og í øðrum lagi framman undan eru dømdar at falla, tí meiriluti ikki er fyri teimum.
- Slíkt skal á ongan hátt bera til, sigur Kaj Leo Johannesen.

Nervøsitetur
Eisini á annan hátt hevur fólkatingsvalið havt eina ávirkan á tingarbeiðið.
- Tað er klárt, at tá tað gekk Sambandinum so væl, meðan Tjóðveldi fór so nógv aftur, so skapar tað ein ávísan nervøsitet. Hinvegin havi eg ongantíð hav tein fingur at sett á samstarvið, sum eg havi havt við Tjóðveldi, og teir hava altíð hildi orð, sigur Kaj Leo Johannesen.
Tað er greitt, at tað eru ikki øll mál, ið flokkarnir eru samdir um.
- Ríkisrættarligu støðuna kunnu vit ongantíð semjast um, og tað eru viðurskifti í fiskivinnupolitikkinum, sum vit ikki eru samdir um. Men tað eru eisini partar av sama fiskivinnupolitikki, har vit draga somu línu, sigur Kaj Leo Johannesen.
Høgni Hoydal hevur úttala seg um, at samstarvið við Sambandsflokkin kostaði Tjóðveldi dýrt til fólkatingsvalið, og tí kann roknast við, at flokkurin verður meira varin at stuðla samgonguni alt ov nógv fram til valið.
- Tað dugi eg ikki at siga. Tjóðveldi hevur verið ógvuliga gott at samstarva við, men tað merkist sum nevnt ein ávísur nervøsitetur nú eftir valið, sigur Kaj Leo Johannesen.

Áðrenn jól
Stóri spurningurin, sum øll seta sær sjálvum og løgmanni við, er nær valið verður útskrivað.
Í síðstu viku helt Kári á Rógvi seg vita, at løgmaður fór at skriva út val farna týsdag, men tað helt ikki stikk. Og løgmaður hevur ikki so ógvuliga nógvar viðmerkingar til hendan spurningin enn.
Spurningurin er so hví løgmaður himprast við at skriva út væl, serliga tá hugsað verður um ta stóru framgongd, flokkurin hevði til fólkatingsvalið.
- Eg eri ikki taktikkari og tað havi eg ongantíð verið, heldur Kaj Leo Johannesen skamtandi fyri, men leggur aftrat:
- Tað kundi verið freistandi at riðið á teirri bylgjuni, sum fólkatingsvalið førdi við sær, men tað eru nøkur mál, ið eg fegin vil hava avgreitt, áðrenn val verður útskrivað.
Á eykafíggjarlógini, sum varð samtykt í vikuni, stóð millum annað 1,1 millión til løgtingsval, og tá pengarnir verða játtaðir nú merkir tað, at løgtingsvallið verður í 2011 heldur enn í næsta ár.
- Ja, tað ger tað, og eg kann siga so mikið, at valið verður hildið áðrenn jól, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.