Enn verður onki verkfall

Starvsmannafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum sita enn og samráðast um nýggjan sáttmála.

Sáttmálin gekk út á midnátt, men partarnir hava samráðst í alla nátt og teir samráðast enn.

Snorri Fjallsbak, leiðari á lønardeildini, vil ikki gera nakrar sum helst viðmerkingar til samráðingarnar, uttan tað, at partarnir sita framvegis við borðið.

Men hann staðfestir, at hóast sáttmálin gekk út á midnátt, er eingin vandi fyri, at eitt verkfall verður teir fyrstu dagarnar.

Annars hevur verið róð framundir, at Strandferðslan kann verða løgd, nær tað skal vera.

Men tað skal ongin stúra fyri, sigur Snorri Fjallsbak.

- Ongin skal stúra fyri, at Strandferðslan ella annað alment virksemið, verður lagt lamið, sum snarljós av bláum himli, sigur hann.

Hann sigur, at mannagongdin er tann, at slita samráðingarnar, skulu partarnir royna seming og sostatt verða semingsfólk tilkallað.

-Vanliga mannagongd plagdi so vera, at semingsfólkini útseta verkfall í átta dagar, sigur leiðarin á Lønardeildini.