Enn vanta jólapakkar til russiskar fiskimenn

Árni Dam sigur, at málið um Skálaberg ivaleyst hevur minkað nakað um hugin hjá føroyingum at geva russisku fiskimonnunum, sum eru í Føroyum, jólapakkar, men hann fegnast tó um, at russar framvegis eiga góðar vinir í Føroyum

Jólapakkar

Vilmund Jacobsen

vilmund@sosialurin.fo


Russar halda ikki jól 24. desember, sum føroyingar gera. Tí er heldur ikki ov seint enn at lata russiskum fiskimonnum, sum eru í Føroyum, jólapakkar.


Árni Dam sigur, at fólk framvegis eru vælkomin at lata jólakappar, og hann fegnast um allar teir pakkar, sum Faroe Agency higartil hevur fingið til russisku fiskimenninar.


- Vit hava fingið einar 600 jólapakkar, men framvegis vanta okkum einar 400. Vit koyra út eftir pakkum, um tað er landafast, og annars eru fólk vælkomin at bera okkum teir oman á skrivstovuna á niðastu hædd Yviri við Strond 4.

Russiski aðalkonsulin í Føroyum heldur, at málið um Skálaberg hevur gjørt, at heldur færri jólapakkar eru latnir í ár enn undanfarin ár, men hann fegnast um og er takksamur fyri hvønn einstakan gevara.


- Fólk kunnu bara lata okkum tað, tey vilja geva, so pakka vit tað inn sjálvi og lata fiskimonnunum pakkarnar.


Hann sigur, at eini 10 útlendsk skip eru í Føroyum í løtuni, harav tey flestu eru russisk.


- Vit taka saktans ímóti pakkum alla hesa vikuna, og russisku fiskimenninir eru sera fegnir um hesar gávur, sum føroyingar hava verið – og framvegis eru – so óførir at lata teimum, sigur Árni Dan, stjóri á Faroe Agency og russiskur aðalkonsul í Føroyum.