Nú, meira enn vika er farin, síðani blues-hetjan B.B. King andaðist tann 15. mai, halda døtur hansara fast við, at Laverne Toney, managari, eitraði King vikurnar innan hann doyði.
King hevði sukursjúku, og lá á sjúkrahúsi í hesum sambandi vikurnar innan hann andaðist. Almenna frágreiðingin sigur, at hann hevði fleiri smærri hjartatilburðir.
Men døtur hasara siga, at Toney hevur givið King eitthvørt ókent evnið hvørt kvøld innan hann andaðist.
Tískil eru hetta við øðrum orðum ákærur um morð.
Sakførarin hjá døtrunum hjá King førir fram, at tær sjálvsagt eru illa við av øllum hesum, tí tær sluppu ikki nær pápanum síðstu vikuna, skrivar gaffa.dk millum annað.










