Enn slepst ikki til Nólsoyar

Tað verður ikki fyrr enn klokkan 12:30, at fólk frá R2net sleppa til Nólsoyar, so sendistøðin uppi á Eggjarkletti fæst at senda aftur.

Tað verður ikki fyrr enn klokkan 12:30, at fólk frá R2net sleppa til Nólsoyar, so sendistøðin uppi á Eggjarkletti fæst at senda aftur.

 

Ternan hevur ikki siglt í morgun, og tað hevur Teistin heldur ikki. Tí hevur einki ferðasamband verið til Nólsoyar og í Sandoynna í morgun.

 

Petur Jacobsen frá R2net segði við info í gjárkvøldið, at hann vónaði, at tað var eitt relé, sum var sligið frá, tá toran í gjárkvøldið sló niður í sendistøðina ovast uppi á Manni á Nólsoynni.

 

Við at trýsta á pílin undir myndii kanst tú hoyra tíðindasendingina hjá Rás2 klokkan 11

 

TRÝST HER fyri at hoyra Rás2 beinleiðis.