Seinasta skipið undan russiska trolaranum, sum hevur siglt á Flesjarnar, var farmaskipið Ólavur Gregersen. Hetta hendi 10. januar 1984 - og enn sæst olja seyra úr skipsvrakinum Fýra skip hava siglt á Flesjarnar á Tangafirði síðan 1950, og trý av hesum eru endað á havsins botni.
Enska farmaskipið Barjama sigldi á Flesjarnar í mjørka á sumri í 1950. Skipið stóð í fleiri dagar. Farmurin varð lossaður úr skipinum til tess at gera tað lættari at toga. Tað eydnaðist umsíðir at fáa skipið av aftur.
Seinni sigldi sama skip á land aftur og gjørdist vrak.
Hendingin, sum vit hava hoyrt mest um í sambandi við Flesjarnar, var tá íslendski trolarin Goðanes úr Neskaupstaði fór á land 2. januar 1957. Øll manningin varð bjargað uttan ungi skiparin, sum sjólátst.
Seinasta skipið undan russiska trolaranum Olshanu, sum hevur siglt á Flesjarnar, var farmaskipið Ólavur Gregersen. Hetta hendi á nátt 10. januar 1984. Eftir nøkrum døgum sakk skipið. Eingin mansskaði hendi.
Á Toftum siga menn, at hóast tað eru 23 ár, síðan Ólavur Gregersen fórst við Flesjarnar, sæst olja enn seyra úr skipinum í ávísum líkindum.
- Vit kunnu síggja ein bráða av olju reka á leiðini, har vrakið liggur. Soleiðis hevur tað verið øll árini síðan skipsbrotið, siga fólk á Toftum við Portalin.
Nú Olshana fórst við Flesjarnar, hevði skipið 270 tons av gassolju í tangunum. Nakað er likið úr skipinum, men enn er nógv olja eftir í tangunum, og eingin veit í løtuni, hvat hetta kemur at merkja fyri umhvørvið.
Sum út sá í gjárkvøldið, og soleiðis sum út sær í dag, er væntandi, at vit í øllum førum fáa eina oljudálking í Sundalagnum og á Skálafjørðinum.