Jón Brian Hvidtfeldt hevur eina sera ógvisliga grein í bløðunum í kvøld, har hann leggur eftir okkum politikarum. Eg skal ikki gera nógvar viðmerkingar til ósakligheitirnar, men skal bara royna at greiða frá, hví politikarar eru argir inn á Kringvarpið.
Heilt frá byrjan, tá ið ætlanin um at leggja útvarp og sjónvarp saman bleiv kunngjørd, varð dentur lagdur á, at vit framvegis skuldu hava tvær tíðindadeildir. Í tíðindaskrivinum, sum varð sent út í hesum sambandi, varð m.a. sagt um hetta: “Sostatt fáa vit ein sterkan almennan public service stovn, ið tó av givnum grundum eigur at hava tvey sjálvstøðug og óheft redaktiónsumhvørvi.”
Hetta varð eftir eina fjølmiðlasemju millum allar teir stóru flokkarnar á tingi eisini staðfest í lógaruppskotinum, sum bleiv lagt fyri tingið 7. apríl 2006. Grein 6, stk. 2 varð soleiðis orðað: “Stjórin ger uppskot til stovnsbygnað, sum stýrið staðfestir, tó so at tað til eina og hvørja tíð skulu vera tvær tíðindaeindir”, og í viðmerkingunum verður sagt, at orsøkin til ásetingina um tvær tíðindaeindir er kappingarfyrilit.
Mentanarnevndin, ið fekk uppskotið til viðgerðar, tók fult undir við hesum, men var ikki fullnøgd við orðingina og skeyt upp at seta orðið “sjálvstøðugar” inn aftrat, soleiðis at orðingin í grein 6, stk. 2 bleiv herd og kom at ljóða soleiðis: “ . . . skulu vera tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir”. Í sínum viðmerkingum sigur Mentanarnevndin um hetta: “Nevndin hevur lagt stóran dent á, at tað verða tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir í Kringvarpi Føroya. Fyri at staðfesta, at tíðindaeindirnar vanliga skulu arbeiða hvør sær, og fyri at tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum soleiðis, at føroysku samfelagsviðurskiftini verða viðgjørd frá so nógvum sjónarhornum sum møguligt, skjýtur nevndin upp at broyta grein 6, stk. 2 soleiðis, at orðini sjálvstøðugar tíðindaeindir verða sett inn”.
Hetta er so greið tala, at tað er óskiljandi, at nakar skal hava funnið upp á hetta við einum tíðindaleiðara. Løgtingið hevur greitt og týðiliga talað og sagt, hvussu hetta skal vera. Her átti als eingin ivi at verið!
Jón Brian nevnir í greinini, at Mentanarnevnd Løgtingsins, sum eg sjálvur var partur av, bleiv boðin á fund í Kringvarpinum í mai í fjør, har kunnað varð um ymisk viðurskifti, og m.a. varð greitt frá ætlanini um nýggjan bygnað við einum tíðindaleiðara.
At hesin fundur nú verður nýttur sum alibi fyri at seta bygnaðin í verk, er so langt úti, at tað er ikki orð fyri tí. – Ja, tað er beinleiðis manipulatión.
Men Útvarpið (tað fjórða statsvaldið, sum Jón Brian sigur) smæðist ikki við í tíðindunum á middegi 25. feb. at fara so langt sum at siga: “Áðrenn Kringvarpið søkti eftir nýggjum deildarleiðarum, hevði tað fingið vissu frá bæði táverandi landsstýriskvinnu, Kristinu Háfoss, og Mentanarnevndini í løgtinginum, at ein tíðindaleiðari ikki var í stríð við lógina”. Hetta er beinleiðis ósatt!
Eg veit væl, at Kristina Háfoss gav loyvi til hetta, men Mentanarnevndin gav als ikki nakra vissu um hetta! Tvørturímóti!
Tíbetur er ein fundarfrásøgn frá fundinum, og m.a. stendur soleiðis skrivað: “Stjórin spurdi, um hon hevði heimild at broyta tíðindaeindirnar sambært lógini. Heidi Petersen og Jógvan á Lakjuni vóru á einum máli um, at tað kundu tey ikki lova! Tey løgdu dent á, at hetta var ein kunnandi fundur, og tað var Kringvarpsstýrið, ið tulkaði lógina.”
Eg má siga, at eg kenni meg bóndafangaðan. Og tá ið tú upplivir tað – og so ikki um at tala ta stóru vanvirðing, sum Kringvarpið hevur víst Føroya fólki í sambandi við Morgunlesturin – ja, so er ikki undarligt, at tú verður argur.
Eg eri í hvussu er vorðin enn meira sannførdur um – og serliga aftan á hesa greinina hjá Jón Brian – at vit mugu hava tvær tíðindadeildir og tveir tíðindaleiðarar í Kringvarpinum.










