Enn mangla háborgirnar

Hóast Fólkaflokkurin tykist hava dragnað nakað sambært fyribils samlaða úrslitinum, er Hanus Samró ikki fallin heilt í fátt enn.

Hóast Fólkaflokkurin tykist hava dragnað nakað sambært fyribils samlaða úrslitinum, er Hanus Samró ikki fallin heilt í fátt enn.

 

- Vit mangla enn sokallaðu háborgirnar hjá okkum, sum Klaksvík og Havnina, sigur Hanus Samró, sum situr við Fólkafloksborðið í Útvarpshøllini.

 

Hann trívir í gamla orðatakið, sum sigur at einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt og tekur troyst í tí, at úrslitið, sum væntað, sum hann tekur til, er betri enn veljarakanningarnar.

 

- Eg eri sera spentur upp á tað, sum er eftir. Ok, vit síggja ein tendens, men úrslitið higartil er betri enn veljarakanningarnar bendu á, og sum sagt, so mangla enn háborgirnar, sigur Hanus Samró.