Enn livir vónin hjá Noregi - sær svart út hjá Svøríki

18 ára gamli Antonio Nusa gjørdist stóra hetjan hjá Noregi á Ullevaal leikvøllinum í kvøld

Antonio Nusa er nýggja stjørnuskotið hjá Noregi

Noreg hevði ryggin móti múrinum í EM-undankappingarbólki A, tá teir møttu Georgia á Ullevaal leikvøllinum í Oslo.

 

Noreg vann dystin 2-1. Stóra hetjan hjá Noregi gjørdist 18 ára gamli Club Brügge leikarin, Antonio Nusa sum legði hegnisliga upp til málini, ið Premier League stjørnurnar Erling Braut Haaland og Martin Ødegaard skutu.

 

Heilt móti dystarenda minkaði Georgia um munin. 

 

Í sama bólki vann Spania 5-0 (2-0) á Kýpros. 

 

Skotland er fremst í bólkinum við 15 stigum. Spania hevur níggju stig, Noreg hevur sjey stig, Georgia hevur fýra stig og Kýpros er aftast við ongum stigi.

 

12. oktober má Noreg vinna á útivølli móti Kýpros, og 15. oktober mugu teir vinna á Spania á Ullevaal leikvøllinum fyri at hava møguleikan at røkka EM-endaspælinum.

 

Svøríki tapti á Friends leikvøllinum í Stokkhólmi 1-3 fyri Eysturríki í EM-undankappingarbólki F.

 

Michael Gregoritsch legði Eysturríki á odda 1-0 tá átta minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Eitt korter seinni hevði Marko Arnautovic økt til bæði 2-0 og 3-0, og so hjálpti tað lítið, at Emil Holm pyntaði um úrslitið.

 

Í sama bólki vann Belgia á heimavølli stórsigur 5-0 (2-0) á Estlandi.

 

Belgia og Eysturríki hava 13 stig hvør. Svøríki hevur seks stig, meðan Aserbadjan og Estland eru aftast við einum stigi.

 

Svøríki spælir á útivølli móti Belgia 16. oktober, og í skrivandi stund er lítið sum talar fyri einum svenskum sigri. 

 

Svøríki endar bólkin við dystum móti Aserbadjan og Estlandi í november, men sum støðan er á stigatalvuni sær tað ómøguligt út hjá svenskarum at fáa Belgia og Eysturríki aftur.

 

 

 

 

 

Antonio Nusa er nýggja stjørnuskotið hjá Noregi