Barack Obama, forseti, vann ein týðandi sigur, tá Umboðsmannatingið um vikuskiftið samtykti uppskot hansara um at nýskipan á heilsuøkinum. Tað eru eygleiðarar á einum máli um, men teir eru eisini samdir um, at enn er langt á mál.
Danski USA-serfrøðingurin Niels Bjerre Poulsen sigur við DR, at Senatið fer at venda uppskotinum fleiri ferðir, áðrenn tað fær tær neyðugu 60 atkvøðurnar har. Sjálvur heldur hann, at uppskotið hevur betri møguleikar í Senatinum, eftir at
Umboðsmannatingið hevur broytt tað, soleiðis at tað almenna skal ikki rinda útreiðslur til fosturtøku.