Í hesari øldini hava smátjóðirnar, Luksemborg (í 2006) og Liktinstein (í 2010) verið vertir fyri EM-endaspælinum fyri U17 landslið.
Tó var talan um eitt EM-endaspæl fyri átta lið í 2006 og í 2010. 16 lond taka lut í U17 EM-endaspælinum, sum er í Kroatia í hesum døgum.
Spurdur um Føroyar eru til reiðar at hýsa einum U17 EM-endaspæli, svarar aðalskrivarin í FSF, Virgar Hvidbro, at enn hava Føroyar ikki gistingarhús-kapasitetin til, at vit kunnu hýsa einum EM-endaspæli við 16 landsliðum, men um bøtt verður um hetta í Føroyum, so er eitt U17 EM-endaspæl í Føroyum ein framtíðar møguleiki.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvat Virgar Hvidbro hevur at siga um hendan spurningin.