Hóast samráðingarnar millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið eru slitnaðar, so tykjast partarnir samdir um, hvar trupulleikin er.
Føroya Lærarafelag hevur sent út tíðindaskriv og eisini kunnandi blað í hvørt hús. Greitt er, at arbeiðstíðin skilir partarnar.
Lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum sigur soleiðis um støðuna á heimasíðuni.
Tað, sum skilir partarnar, er serliga arbeiðstíðin hjá lærarum.
Lærarafelagið hevur kravt, at tann einstaki lærarin skal undirvísa í styttri tíð, men meiri tíð skal vera til fyrireiking o.a. Lærarafelagið grundgevur hetta við øktum arbeiðsuppgávum sambært nýggju fólkaskúlalógini.
Fíggjarmálastýrið hevur sagt seg vera til reiðar at tosa um arbeiðstíðina, men gongur ikki við til, at undirvísingartíðin verður stytt. Hinvegin verður ikki avvíst at seta loft á tíðina, sum verður brúkt til annað virksemi enn undirvísing. Tað krevur kortini, at arbeiðstíðin verður gjørd upp á annan hátt.
Ikki funnið semingsmenn
Lærarafelagið skuldi í gár venda sær til Fíggjarmálastýrið um val av semingsmonnum. Tíðliga seinnapartin í gjár hevði lønardeildin einki frætt viðvíkjandi semingmonnum frá Føroya Lærarafelag.