Enn ikki av við gomlu Norrönu

Smyril Line leita aftur eftir nýggjum keypara til gomlu Norrönu ? annars gongur tað mesta eftir ætlan sambært fíggjarstjóranum

flutningur

- Vit høvdu ein keypara men hann hoppaði av. Orðini eigur Jóhannes á Váli, fíggjarstjóri á Smyril Line, og tey eru svar upp á okkara spurning um hvussu tað gongst við at selja gomlu Norrönu.

- Tíverri hava vit ikki fingið hesa sølu avgreidda enn, segði Jóhannes á Váli, og helt fram:

- Vit høvdu ein keypara men hann hoppaði av beint sum tað var líkt til at alt fór at koma í lás_ Tað kann vissuliga taka sína tíð at selja eitt skip av hesum slagnum, men vit halda fram við góðum treyst og rokna við og vóna at málið er loyst innan langt er fráliðið.

Annars letur fíggjarstjórin væl at gongdini.

- Tað gongur yvirhøvur sum tað skal. Talið á ferðafólki sum sigla við Norrönu stendur í stórari øking og framgongdin í 2003 í mun til árið fyri var so mikið sum 52%. Vit rokna við at 2004 eisini verður eitt gott ár í so máta og hava projekterað við einum vøkstri upp á 25% í mun til 2003.

- Enn fyriliggja ikki tey endaligu tølini men talið á ferðandi í 2003 liggur onkustaðni millum 130 000 og 135 000.

Vetrarsiglingin, sum annars hevur ein tungur partur av virkseminum, er trimmað í seinastuni við avtøkuni av avskiping mánadag. Farmurin vaks annars í volumu við 26% undir 2003 í mun til árið fyri.

Men bilarnir hjá teimum ferðani taka nógv pláss.

- Tann logiska frágreiðingin liggur ikki minst í okkara stóru kapasitets øking við nýggju Norrönu; samstundis hava vit vunnið nakað av nýggjum marknað millum annað í Hetlandi. Um summarið taka bilarnir tó so mikið av plássi at vit helst noyðast til at leiga Claire ella okkurt líknandi far til ta tíð fyri at røkja farmaflutning.

Eigaraskapið í Smyril Line er umleið soleiðis at føroyingar eiga 61% meðan hetlendingar eiga 30% og íslendingar 9%.