Enn í varðhaldi fyri neyðtøku av smádreingi

42 ára gamal føroyingur hevur sitið varðhaldsfongslaður í 96 dagar – skuldsettur fyri medvirkan til neyðtøku av einum 4 ára gomlum dreingi. Varðhaldsfongslingin er nú longd til 7. februar

Ein 42 ára gamal føroyingur hevur higartil sitið varðhaldsfongslaður í 96 dagar – skuldsettur fyri medvirkan til neyðtøku av einum 4 ára gomlum smádreingi. Varðhaldsfongslingin er nú longd til 7. februar

 

Tann 42 ára gamli føroyingurin, sum varð handtikin 16. oktober í fjør fyri at hava medvirkað til neyðtøku av einum 4 ára gamlum smádreingi í Danmark, skal sita varðhaldsfongslaður í fyribils tríggjar vikur afturat.

 

Ta avgerð tók rætturin í Lyngby mikudagin, og harvið er varðhaldsfongslingin longd fyri fimtu ferð.

 

Sambært skuldsetingini ímóti manninum varð hann handtikin á flogvøllinum í Kastrup, tá hann kom við flúgvaranum úr Føroyum klokkan 17:37 tann 16. oktober í fjør.

 

Sambært skuldsetingini skal maðurin í tíðarskeiðnum frá 7. juni 2017 til 19. september í 2017 gjøgnum kjattsamrøður á Linkedin við ráðum og eggjan at hava medvirkað til, at ein 42 ára gomul kvinna hevur framt kynsligan ágang ímóti fýra ára gamla soni sínum.

 

Í skuldsetingini verður farið inn í smálutir um, hvussu maðurin hann hevur biðið kvinnuna misnýtt nýtt sonin – og hesir smálutir eru ikki fyri sartar sálir, so teir verða ikki endurgivnir her.

 

Av tí at maðurin hevur kjattað við kvinnuna, so hevur løgreglan alt upp á skrift, sum maðurin hevur biðið kvinnuna gjørt.

 

Í skuldsetingini stendur, at maðurin eisini hevur vegleitt hana í smálutum, hvussu hon »betur« fær misnýtt dreingin.

 

Maðurin er eisini skuldsettur fyri at hava biðið kvinnuna senda sær myndir og video av henni og dreinginum, meðan hon misnýtir fýra ára gamla dreingin.

 

Málið var fyri í rættinum í Lyngby dagin eftir handtøkuna, og tá varð maðurin varhaldsfongslaður. Síðani tá er varhaldsfongslingin longd – higartil fimm ferðir.

 

Tá maðurin var til grundlógaravhoyring 17. oktober í fjør noktaði hann seg sekan, skrivar Ritzau tíðindastovan. Tað var ikki gjørligt at fáa fleiri upplýsingar um málið, tí rættarfundurin var fyri afturlætnum hurðum.

 

Enn er ikki greitt, nær málið kemur fyri í rættinum, men fyribils skal maðurin hesaferð sita varðhaldsfongsaður til mikudagin 7. februar.