Týsdagin vórðu tveir tollarar avhoyrdir í rættarmálinum millum Jørgen Niclasen, landsstýrismann og tey fýra tíðindafólkini, sum eru ákærd fyri ærumeiðing av landsstýrismanninum í sonevnda og nógv umrødda tollmálinum.
Sámal Jákup Jørgensen var hin fyrri tollarin, sum varð avhoyrdur, og hann er framvegis í starvi sum tollari í Vágum. Tað var verjin hjá Sveini Tróndarsyni, Bjørn á Heygum, sum byrjaði at spyrja.
Tá verjin spurdi, um teir í sínari tíð høvdu havt trupulleikar av Niclasen-fyritøkuni, segði hann, at tað kundi hann ikki minnast. Men, í 1993 fingu teir tað sum part av sínum arbeiði at gera eftirlit.
Sámal Jákup Jørgensen segði, at eftirlitið fór fram á tann hátt, at teir gjørdu ein ja og nei-lista, soleiðis at tær vørur, sum vóru á goymsluni, fingu eitt ja - og tær, sum ikki vóru, fingu eitt nei. Eitt slíkt eftirlit gjørdu teir eisini aðrastaðni á sama hátt sum hjá Niclasen-fyritøkuni.
Tá løgreglan í sínari tíð hevði gjørt avhoyringar í samband við tollmálið í Sørvági, hevði Sámal Jákup sagt, at tað vóru vørur, sum manglaðu á goymsluni hjá Niclasen-fyritøkuni. Tá málið er gamalt, helt Sámal Jákup seg undir avhoyringini týsdagin ikki minnast alt aftur frá hesi tíðini.
Sámal Jákup Jørgensen segði, at enn í dag kemur fyri, at vørur mangla á goymslu, sum ikki áttu at verið farnar út ótollaðar, og í slíkum føri verður rykkjari sendur, legði hann aftrat.
Hin tollarin, sum varð avhoyrdur í Føroya Rætti týsdagin, var Harald Joensen, men hann starvast ikki sum tollari longur. Hann segði, at teir í byrjanini av umrøddu tíð einki høvdu við tollvørurnar at gera, men at teir seinni vóru á onkrari eftirlitsvitjan.
Bjørn á Heygum, verji hjá Sveini Tróndarsyni, vísti til politifrágreiðingina, har Harald eisini varð avhoyrdur. Undir avhoyringini hjá løgregluni í sínari tíð hevði Harald sagt, at teir høvdu staðfest, at vørur manglaðu á goymsluni í Sørvági.
Men, á rættarfundinum týsdagin segði Harald Joensen seg ikki minnast hesa tíðina serliga væl og kundi tí ikki siga við vissu í dag, hvussu støðan á vørugoymsluni hjá Niclasen-fyritøkuni var fyri so nógvum árum síðan.










