Enn hevur tað ikki eydnast løgregluni at fáa greiði á, hvør royndi at seta eld á barnagarðin, Lítlaskóg, í Djóna í Geilsgøtu í Havn. Og tey ásanna eisini, at tey hava rent seg eitt sindur føst í hesum málinum.
Tað var klokkan 01.48 um náttina, ólavsøkudag, at brandávaringin í Lítlaskógi, fór frá. Fyri at vera heilt nágreinilig, var tað klokkan 01.48. hósnáttina 30. juli, at brandávaringin fór frá og tá ið løgregla, og sløkkilið komu á staðið, kundu tey staðfesta, at talan var um eldáseting, tí eldur varð settur á í tveimum støðum inni í barnagarðinum.
Løgreglan tryggjaði sær nøkur spor at ganga eftir og síðani eru tey kannað, eins og at tey hava tosað við fólk í grannalagnum. Nøkur fólk vendu sær eisini til løgregluna við ymsum upplýsingum, men enn hevur tað ikki givið úrslit.
– Eingin eru undir illgruna og eingin hevur verið undir illgruna, sigur løgreglan.
Men eldáseting er eitt álvarsamt brotsverk, so løgreglan heitir enn einaferð á fólk, sum halda seg hava sæð, ella hoyrt okkurt, um at gera vart við seg.











