Skála?EB/Streymur
Tað var heilt gott lag á Skála, tá ið Petur Skarðenni hevði bríkslað fyri síðstu ferð leygardagin. Heimaliðið hevði vunnið 3?2. Tá ið tað hoyrdist, at FS Vágar høvdu tapt í Runavík, var tað staðfest, at Skála ikki var niðurflutt. Ikki enn í hvussu so er. Í morgin og leygardagin skulu teir telvast við TB um rættin til eitt pláss í bestu deildini.
Áðrenn tað var komið har til, at Skála hevði fingið øll stigini, fóru teir á vøllinum og tey kring vøllin fleiri ferðir kensluliga upp á tindin og niður í dalin.
Skála hevði lotið undan í fyrra umfarinum. Teir vóru ágrýtnir, og teir høvdu møguleikar at gera meiri enn tað eina málið, sum teir fingu. Málskjútti í 21. minutti var vongverjin í høgru, Bárður Danielsen. Eftir stutt horna í vinstru, sneiddi hann framvið einum mótstøðumanni, áðrenn hann av brotsteigarmarkinum og í besta Pires stíli (ímóti Liverpool leygardagin) smekkaði framvið Gunnari á Steig og dygst inn við handara stólpanum.
Stutt eftir hevði Jónhard Frederiksberg risa møguleika at økja um leiðsluna, men úr heilt góðari støðu mitt fyri málinum misnýtti hann.
Tað sigur seg sjálvt, at tað var sum pøs av køldum vatni í andlitið, tá ið EB/Streymur fimm minuttir eftir, at Skála hevði sett hol á, javnaði. Magni á Lakjuni legði innfyri úr vinstru, og eftir eitt sindur av aftur og fram mitt fyri málinum, átti Hans Pauli Samuelsen síðsta fótin á.
Eftir steðgin høvdu gestirnir vindin undan, og tá ið teir løgdu seg á odda, kundi tað verið ábending um, at nú var ballið buðið á Skála. Eyka trongsul var tað hjá heimaliðnum, at tað var ein av teirra egnu, Bent Djurhuus, sum hjálpti til, nú so nógvir vóru leikbannaðir, sum við høvdinum snittaði frísparksinnlegg í málið aftanfyri Eugen Voda.
Sannførandi endaspurtur
Men Skála reisti seg aftur. At lotið var ímóti bilti ikki. Tað sást í nærdystunum og renningunum, at tað vóru teir, sum spældu fyri lívinum, og teir fingu løn fyri stríðið. Eftir átta minuttum fingu teir tvey mál, og tá ið EB/Streymur ikki megnaði at svara aftur, var tað greitt, at Skála fyri fyrstu ferð á árinum hevði vunnið seg av aftasta og fram á næstaftasta plássið.
Fyrra málið skoraði Bogi Gregersen, sum brádliga stóð rættuliga leysur mitt fyri málinum og heilt inni ímóti málteiginum. Sigursmálið skoraði Jónhard Frederiksberg, sum harvið gjørdi tað gott aftur, eftir at hann í 1. hálvleiki hevði misnýtt so stóran møguleika. Hanus Thorleifsson sendi innfyri úr høgru, og úr rættuliga spískum í vinstru setti Jónhard bóltin framvið Gunnari á Steig.
? Vit eru rættuliga fegnir. Tað sá svart út fyri trimum vikum síðani, og vit hava verið bundnir at, hvussu úrtøkan var hjá hinum liðunum í niðara endanum. Men nú hava vit lagnuna í okkara egnu hondum, staðfestir Pauli Poulsen. Áður hevur hann verið miðverji, men í ár hevur hann verið hjálparvenjari hjá Jóhan Nielsen.
Hvussu ber tað til, at tað hevur roynst so væl tær síðstu ferðirnar?
? Spælararnir hava trúð uppá, at tað skuldi bera til. Teir hava eisini verið uppaftur meiri nærlagdir, enn teir áður hava verið. Tað er sum um, at vit hava funnið girið, sum ikki hevur verið har nógvu tey fyrstu umførini, heldur Pauli Poulsen, sum hevur gott mót, áðrenn Skála skal suður á Sevmýri:
? Vit hava í fleiri vikur spælt fyri at koma í hesa støðuna. Nú mugu vit gera arbeiðið liðugt, og vit halda avgjørt, at vit hava førleikan at vinna samanlagt ímóti TB.
Dsyturin í tølum
Skála?EB/Streymur 3?2 (1?1)
1?0: Bárður Danielsen 21.
1?1: Hans Pauli Samuelsen 26.
1?2: Bent Djurhuus sjálvmál 53.
2?2: Bogi Gregersen 65.
3?2: Jónhard Frederiksberg 73.
Skála: Eugen Voda ? Bárður Danielsen, Bent Djurhuus, Ronni Hansen, Niels Thomsen ? Bogi Gregersen, Pauli G. Hansen, Hanus Thorleifsson, Alexander Jovic ? Jónhard Frederiksberg, Alexander Johansen
Gult kort: Bogi Gregersen
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Gert Hansen, Egil á Bø, Andrzej Pacek, Bárður Olsen ? Jákup Martin Joensen, Ronnie Samuelsen, Marek Vierczbicki, Esmar Eiðisgarð ? Hans Pauli Samuelsen, Magni á Lakjuni (Sorin Anghel, 83.)
Gult kort: Ronnie Samuelsen