Enn hóra vit undan

Tað er eitt undur, at støðan í føroyska samfelagnum er so mikið góð, hóast nógv ósamskipað politisk átøk seinastu 12 árini, heldur formaðurin í Miðflokkinum

- Tá málið um skerjingina av ríkisveitingini var fyri í 2000, tóku vit ómetaliga stóra upphædd úr búskapinum. Vit góvu ein høpileysan skattalætta í 2004. Tá málið um forskattingina av pensjónum var fyri, bóðu vit um fýra mánaðirnar at viðgera uppskotið, men tað varð náðilieyst kveistrað til viks. Enn hóra vit undan, og tjóðin fótar sær. Tað er ótrúligt.

Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. Hann ásannar, at nakrir øgiligir trupulleikar eru við støðugu fólkafráflytingini, at tað er ov trupult hjá teimum ungu at seta føtur undir egi borð, men tað er eitt undur, at tjóðin Føroyar er so væl fyri á nógvum økjum.

- Tað er ikki okkum politikarum at takka, heldur hann.

Undrast á raðfestingina
Í ólavsøkurøðuni nevnir løgmaður nøkur átøk um vakstrarætlanir, og at ein arbeiðsbólkur skal setast at útgreina og gera heildarætlanir fyri leistin og raðfestingarnar í framtíðini.

Jenis av Rana heldur, at tað er undarlig raðfesting, tí vit vita, hvat skal fremjast í verki.

- Løgmaður nevnir, at vit skulu uppraðfesta útbúgvingarøkið, men í fíggjarkørmunum, sum vóru samtyktir, varð játtanin til Fróðskaparsetrið skerd, og lestrarstuðulin varð minkaður, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.