– Enn gera vit einki við Huawei

Hóast USA leggur beinleiðis trýst á Føroyar, so hevur landsstýrið ikki givið Føroya Tele boð um at vraka kinesiska Huawei. Fyribils stóla tey upp á fregnartænastuna hjá danska herinum, sum ikki hevur mælt frá kinesisku tøknini.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, sum er landsstýrismaður í vinnumálum og sum slík tann, ið varðar av Føroya Tele, sum landið eigur alt sum tað er.

Í Sosialinum í dag hevur Carla Sands, sum er sendikvinna hjá USA í Danmark, grein í Sosialinum, har hon beinleiðis leggur trýst á Føroya Tele. Carla Sands er útnevnd sendikvinna av Donald Trump, og tá hon skrivar soleiðis, so er tað tí, at boðini koma beinleiðis úr Hvítu Húsunum.

– Grundleggjandi spurningurin er, tá amerikanska sendikvinnan sigur hatta. Hugsar hon um trygarpolitikk ella hugsar hon um handilspolitikk. Vit vita, at Kina og USA kríggjast øgiliga handilspolitiskt, og Donald Trump setir allar møguligar múrar upp. So hjá okkum er spurningurin, hvat er trygdarpolitikkur og hvat er handilspolitikkur, sigur landsstýrismaðurin.

– Sjálvandi fylgja vit væl við, tá vit hoyra slíkt, men samstundis hyggja vit eftir, hvat Cyper Securety fergnartænastan hjá danska herinum sigur. Teir mæla ikki frá at brúka Huawei, sigur Helgi Abrahamsen.

– Og so leingi teir ikki gera tað, so veit eg ikki, hvussu nógv vit skulu lurta eftir amerikonsku sendikvinnuni. Og fyri tað næsta, so hevur Huawei lovað øllum, sum hava áhuga, at koma at hyggja eftir, hvussu teir gera, tí teir siga seg kunna prógva, at teir ikki fáast við njósning, sigur landsstýrismaðurin.

– Men samstundis, so vita vit, at kinesiska stjórnin hevur fingið samtykt eina lóg, har teir kunnu áleggja øllum fyritøkum at njósnast fyri kinesiska statin. Og tað sigur seg sjálvt, at tað ræðir okkum, og vit fylg ja við, hvat hendir víðari har.

– So vit eru eitt sindur í bíðistøðu, tí kemur nakað nýtt frá Cyper Securety, ella kemur tað ikki. So leingi, sum teir ikki mæla frá tí, so fara vit so í hvussu so er ikki at blanda okkum uppí, sigur Helgi Abrahamsen.

Eingin støða er tikin til enn at steðga ætlanunum at byggja út verandi 4G netið hjá Føroya Tele, sum eisini er frá Huawei, til G5.

Helgi Abrahamsen leggur dent á, at hann heldur, at fregnartænastan hjá danska herinum er meira neutral, enn amerikanska sendistovan í Danmark.

– Tað er so í hvussu er mín fatan, men skuldu teir komið við eina aðrari fráboðan, so er støðan ein onnur, sigur landsstýrismaðurin.

Hann vísir á, at tað eru altíð fleiri áhugamál í slíkum, og at hann roynir at lurta eftir teimum, sum eru neutral.

– Tað noyðast vit at gera, sigur hann.

Spurdur, um hetta er mál, sum upptekur landsstýrið, sigur Helgi Abrahamsen, at tað er tað.

– Tað er jú við at blíva nakað nógv, eg eri spurdur um tað sama av útlenskum miðlum í dag, so tað er við at gerast eitt mál, sum fyllir nógv, sigur hann.

Landsstýrismaðurin sigur seg ikki vita, hvørjar ætlanir Føroya Tele hevur. Men í Danmark hava telefeløgini valt Huawei frá – sjálvboðið, siga tey.

Men tað veit landsstýrismaðurin ikki rættiliga, um hann skal trúgva.

– Tey siga at tað er av fíggjarligum ávum, men tað er tað so slett ikki, tí Huawei er bæði betri og bíligari, sigur landsstýrismaðurin, sum heldur, at tað virkar sum um, at onkur hevur trýst onkran har.

 

 

@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: Calibri; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }