Enn fleiri virkir í Fuglafirði

- Vit taka avbjóðingina í størsta álvara og fara framhaldandi at finna tær bestu loysnirnar, sum verður okkum øllum at gagni, sigur borgarstjórin, Sigurð Simonsen.

Talið á virkisbygningum veksur alsamt í kommununi, bæði í Fuglafirði og á Hellunum.

Á seinasta býráðsfundi fekk nevniliga smoltstøðin hjá Marine Harvest á Hellunum byggiloyvið til ein 1.300 fermetrar stóran virkisbygning.

Herfyri fekk JT-Electric útgravingarloyvi í samband við ætlanir at byggja ein 600 fermetrar stóran virkisbygning á ídnaðarøkinum á Kambsdali.

Á havnarlagnum hevur P/F Vónin eisini fingið byggiloyvið til ein 2.400 fermetrar stóran virkisbygning á Enninum. Vegna fíggjarligt atlit hevur Kommunan tó fyribils steðgað á við landfyllingini.

Men sambært borgarstjóranum í Fuglafirði, Sigurð Simonsen steðgar tað ikki her:

P/F Sandgrevstur hevur eina umsókn inni um eitt pakkhús á millum 1.000 og 1.500 fermetrar á havnarlagnum. Og Havsbrún er júst komin við umsókn um at sleppa at víðka laksafóðurgoymsluna við 2.300 fermetrum.

- Ætlanirnar um at byggja eitt uppisjóvar matvøruvirkið eru framvegis í gongd, upplýsir borgarstjórin. Til hetta endamálið er eitt økið á 10.000 fermetrar klárt at byggja á.