Enn fleiri trupulleikar hjá Mourinho

Nú skal profilur í verjuni sita uttanfyri við skaða teir næstu mánaðirnar

Tað gongur einki serligt hjá Manchester United og nýggja venjaranum, José Mourinho í hesum døgum. Eftir eina fína byrjan uppá Premier League, tykist Manchester United at hava tað truplari við at fáa glið á spælið nú, og í vikuskiftinum tapti Manchester United lemjandi 4-0 móti Chelsea á Stamford Bridge.

 

Hóast heldur trilvandi gongdina, hevur eitt av ljóspunktunum á liðnum hjá Manchester United verið nýggi afrikanski verjuleikarin, Eric Bailly, sum kom til felagið í summar úr spanska Villareal.

 

Men nú má Manchester United vera sterka verjuleikaran fyri uttan teir komandi tveir mánaðirnar. Hann gjørdist skaddur í dystinum móti Chelsea sunnudagin, og er tað so mikið álvarsamt, at hann skal binda frið í øllum førum í tveir mánaðir. Sum skilst hevur hann fingið skaða í eitt liðband í knænum.

 

Manchester United liggur í løtuni á sjeynda plássi í Premier League.