Sambært Landsverki eru royndirnar við rumlifoyrum á Kaldbaksvegnum so væl eydnaðar, at hetta verður varandi, og skal nýtast aðrastaðni í landinum Í fyrstu atløgu verður skipanin víðkað á Kaldbaksvegnum. Higartil hava rumlifoyrur verið á tveimum teinum á Kaldbaksvegnum. Men í framtíðini verða rumlifoyrur allan vegin, líka frá rundkoyringini í Hoyvík til rundkoyringina í Kollafirði. Sostatt verður Kollafjarðartunnilin eisini við í tiltakinum.
Seinni er eisini ætlanin at gera rumlifoyrur á vegnum millum Kollafjørð og Vágar og á vegnum millum Norðskála og Skipanes. Í hesum sambandi verða eisini gjørdar rumlifoyrur í ávíkavist Leynatunlinum og Norðskálatunlinum.
Tað var annars í 2007 at rumlifoyrur vórðu fresaðar í vegbreytina á Kaldsbaksvegnum, bæði í vegjaðaran og millum koyribreytirnar. Hendan skipan var eitt av fleiri tiltøkum, sum vóru sett í verk fyri at betra um ferðslutrygdina, eftir at nøkur álvarsom óhapp høvdu verið á Kaldsbaksvegnum.
Skipanin við rumlifoyrum er nýggj í Føroyum. Hon virkar á tann hátt, at koyrir bilførarin ov langt út ella inn á akbreytina fer tað at skrampla, so at hann verður ávaraður um at hann er farin av kós.
Enn er ikki gjørt upp hvussu skipanin hevur rigga í mun til ferðsluóhappini. Hinvegin hava afturmeldingarnar frá bilførarunum verið so góðar, at avgjørt er, at nýta rumlifoyrur sum eitt varandi tiltak í ferðsluni her heima.