Tíðindi
Talið av smittaðum hækkar framvegis, og enn er einki sum bendir á, at ringa gongdin er við at venda
Í gjár vóru 85 nýggir tilburðir staðfestir av koronu, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
3.650 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 757 smittað í Føroyum.