Ongantíð áður hava so nógv brúkt eSkatta skipanina, nú freistin at lata Sjálvuppgávuna inn fór tann 1. mai.
Hesum boðar Taks frá í morgun. Ein uppgerð vísir, at sammett við metárið í fjør, hava enn fleiri føroyingar nýtt eSkatt í ár. Í alt 2.660 Sjálvuppgávur eru lætnar inn umvegis eSkatt, meðan 2.432 borgarar nýttu skipanina í fjør.
Í fjør staðfesti ein uttanveltað brúkarakanning, at okkara viðskiftafólk eru væl nøgd við eSkatta skipanina, og tí leggja vit á Taks nógv fyri at fáa fólk at brúka eSkatt. Tað vísir seg bæði at vera skjótari og lættari at avgreiða síni viðurskifti á netinum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks.
Stjórin á Taks væntar, at fleiri og fleiri borgarar og vinnukundar í framtíðini fara at gera sær dælt av elektronisku skipanunum hjá Taks.
At avgreiða síni viðurskifti á netinum er framtíðin. Vit síggja longu nú, at nógv hava tikið talgilda postkassan Mínboks til sín. Tað vísir seg, at færri mistøk verða gjørd og tað krevur minni fyrisiting, tá fólk brúka eSkatt. Hóast vit aftur í ár kunnu staðfesta eina framgongd, so er okkara greiða mál at fáa enn fleiri borgarar at avgreiða síni viðurskifti umvegis netið, sigur Eyðun Mørkøre.
Í ár fingu í alt 5.765 føroyingar Sjálvuppgávu sendandi frá Taks.